Ongi úrslit

Innflutningurin til Føroya økist munandi: Nærkast 12 milliardum krónum

Innflutningurin til Føroya er vaksin 11,8 prosent eftir einum ári. Serliga olja, akfør, matvørur og plantuolja hava økt um innflutningsvirðið.

© Hagstova Føroya.
Innflutningurin til Føroya er vaksin 11,8 prosent eftir einum ári. Vørur fyri nærum 12 milliardir krónur eru fluttar til landið, vísa nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Føroyar hava innflutt vørur fyri góðar 11,9 milliardir krónur seinasta uppgerðarárið. Tað eru knappar 1,3 milliardir krónur meira enn árið frammanundan.

Vøksturin er 11,8 prosent, vísa nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya.

Uppgerðin fevnir um tíðarskeiðið frá august 2025 til juli 2026.

Innflutningurin úr ES heldur fram at vaksa

Innflutningurin úr ES er vaksin 217 milliónir krónur. Serliga oljuúrdráttir og akfør hava havt stóran týdning fyri vøksturin.

Innflutningurin av oljuúrdráttum úr ES er vaksin 148 milliónir krónur, meðan innflutningurin av akførum er vaksin 107 milliónir krónur.

Samstundis er innflutningurin úr øðrum evropeiskum londum vaksin nærum 260 milliónir krónur. Hesin vøksturin stavar serliga frá djóraolju og serligum maskinum til ídnaðin.

Innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi síðani summarið 2024 og liggur nú um 440 milliónir krónur um mánaðin.

Innflutningurin úr øðrum evropeiskum londum er eisini vaksin munandi seinastu árini.

Mánaðarliga innflutningsvirðið er farið úr umleið 100 milliónum upp í 250 milliónir krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54