Iran hevur nú stongt Hormuzsundið fyri allari skipaferðslu, sambært Reuters. Stongingin er galdandi fyri øll skip, eisini oljutangaskip, og iranskir myndugleikar ávara um, at skip, sum royna at sigla gjøgnum sundið, kunnu verða álopin.
Boðini um stongingina komu bert fáar tímar eftir, at amerikanski herurin fór undir nýggj álop móti Iran annan dagin á rað.
Sambært miðleiðsluni hjá amerikanska herinum, Centcom, byrjaðu álopini klokkan 23.15. Í einum uppslagi á sosiala miðlinum X sigur Centcom, at álopini eru eitt aftursvar upp á tað, sum verður lýst sum ósakligur og framhaldandi ágangur frá Iran.
Enn er ikki greitt, hvørji mál eru rakt, ella hvussu umfatandi amerikonsku álopini eru.