Ongi úrslit

IRF tók ímóti nærum 38.000 tonsum av burturkasti í 2025

IRF hevði eitt støðugt rakstrarár í 2025 og hevur samstundis vunnið virðislønina “Verdensmålsprisen 2026”.

© IRF.
Edmund Jacobsen
11. mai kl. 06:19

Heiðurin varð latin fyri verkætlanina “Tað, sum eftir er”, sum hevur til endamáls at fyribyrgja matoyðsl og virðismeta føroyskt avroð sum matvøru.

Ársúrslitið hjá IRF fyri 2025 varð 3,9 milliónir krónur. Tað er á leið sama úrslit sum árið fyri. Samstundis tók IRF ímóti og hagreiddi 37.864 tons av burturkasti, sum er ein øking á 4,8 prosent samanborið við 2024.

Minni brenning og meira endurvinning

Í 2025 minkaðu nøgdirnar til brenning við 641 tonsum, meðan endurvinningin vaks við 562 tonsum. Samlað vórðu 59 prosent av burturkastinum brend, 24,4 prosent fóru til endurvinningar, og 16,6 prosent vórðu tyrvd.

Nøgdirnar at tyrva vaks tó nógv. Serliga vóru tað tung burturkastsløg sum betongevja og borievja, ið øktust við 2.441 tonsum.

IRF sendi eisini 7.832 tons av endurvinningartilfari av landinum í 2025. Tað er 1,9 prosent meira enn árið fyri. Kortini gav endurvinningarskipanin eitt hall á 0,5 milliónir krónur orsakað av lægri plastprísum og hægri flutningskostnaði.

Avroð-verkætlan fekk altjóða viðurkenning

Verkætlanin “Tað, sum eftir er” hevur skapt stóran ans bæði í Føroyum og uttanlands. Sambært IRF hevur verkætlanin verið við til at flyta kjakið um føroyskt tilfeingi, burðardygd og matmentan.

Verkætlanin umfatar millum annað eina bók um avroð, smakkiroyndir og heimasíðuna Avroð.fo. Bókin varð útseld eftir 12 døgum.

IRF upplýsir eisini, at nýggja panthøllin í Sandavági verður liðug í summar, og at landsfevnandi pantskipanin væntandi verður sett í verk til heystar.

ISO-góðkenningar fram til 2028

Allar deildir hjá IRF eru nú ISO-14001-góðkendar fram til juli 2028. Felagið arbeiðir eisini við at menna ítøkilig CO₂-hagtøl fyri øll burturkastsløg. Hetta skal hjálpa bæði vinnulívi og myndugleikum í sambandi við ESG-krøv og nýggja burturkastkunngerð.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57