Ongi úrslit

Isabella Rossellini vitjar í Føroyum

© Woman's World
Isabella sum ung
Jóhanna Højgaard
19. mai kl. 01:05

Mikukvøldið 3. juni vitjar heimskenda sjónleikarin og modellin Isabella Rossellini Løkshøll, til eitt serligt kvøld um film, náttúru, seyð og lívsleið.

Rossellini er kend fyri leiklutir í filmum sum Blue Velvet, Death Becomes Her og Conclave, umframt sína tíð sum andlit hjá Lancôme. Fyri leiklutin í Conclave varð hon tilnevnd fleiri altjóða virðislønir, millum annað Oscar og BAFTA.

Umframt films- og modellkarrieruna hevur Isabella stóran áhuga fyri náttúru og djórum. Hon rekur saman við dóttrini garðin The MamaFarm á Long Island, har tær arbeiða við vistfrøði, burðardygd og varðveitslu av seyðasløgum. Júst áhugin fyri seyði og ull hevur knýtt hana til Føroyar.

Kvøldið í Løkshøll verður býtt í tveir partar. Fyrst heldur Isabella Rossellini framløgu um sína yrkisleið, familju og samstarv við nøvn sum David Lynch og Richard Avedon. Eftir steðgin fara Heiðrikur á Heygum og Sissal Kristiansen í prát við hana um filmslist, samfelagsábyrgd, føroyskan seyð og arbeiðið á The MamaFarm.

Tiltakið byrjar kl. 20.00 og varir áleið tveir tímar. Prát og framløga verða á enskum, og í steðginum verður boðið te, kaffi og okkurt søtt.

Fyriskipari er The Wool Islands.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

Í gjár kl. 06:48

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

Í gjár kl. 14:22

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03