Ísland kann missa bæði fiskikvotur, arbeiðspláss og ræðið á sínum egna tilfeingi, um landið gerst limur í ES ella loyvir útlendskum ognarskapi í fiskivinnuni.
Tað sigur Heiðrún Lind Marteinsdóttir, stjóri í SFS, í samrøðu við íslendska kringvarpið RÚV.
Hon óttast, at útlendskir eigarar kunnu velja at landa íslendsku veiðuna í londum, har lønirnar eru lægri. Tað kann flyta bæði fiskavirking og arbeiðspláss úr Íslandi.
– At onnur lond hava ført ein vánaligan politikk, er ikki nøkur góð grund til at innflyta mistøkini hjá teimum, sigur hon.
Kvotur kunnu gerast politisk býtisvøra
Ávaringin kemur mitt í íslendska kjakinum um eina fólkaatkvøðu um at taka samráðingarnar um ES-limaskap uppaftur.
Heiðrún Lind Marteinsdóttir metir, at tað verður sera torført hjá Íslandi at varðveita núverandi veiðu av ferðandi fiskastovnum, um landið gerst limur í ES.
Hon óttast, at íslendskar kvotur kunnu gerast partur av felags samráðingum hjá ES við onnur strandarlond. ES kann til dømis geva Noregi ein størri part av einum fiskastovni aftur fyri atgongd til toskakvotur í Barentshavinum.
Tað er tó als ikki vist, at tær kvoturnar síðani koma Íslandi til góðar.
Alivinnan er eitt annað mál
SFS-stjórin skilur ímillum fiskivinnuna og alivinnuna.
Sambært henni hava útlendskir íleggjarar tikið fíggjarligan váða og flutt vitan og royndir til íslendsku alivinnuna. Tað hevur verið við til at byggja eina nýggja vinnu upp.
Sami tørvur er ikki í siðbundnu fiskivinnuni, heldur hon. Har stendur Ísland longu sterkari enn nógv onnur lond.