Ítróttarfeløgini klár til Oyggjaleikirnar – og nú eru karmarnir eisini komnir upp á pláss. Tórsbreyt í Havn er liðugt dagførd og umvæld, og íðkarar kunnu aftur venja og kappast á breytini.
Hvirlan og Bragdið eru millum feløgini, sum dagliga brúka Tórsbreyt. Dagførda breytin lýkur altjóða krøv og gevur føroyskum íðkarum betri møguleikar at fyrireika seg til komandi kappingar – ikki minst Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027.

Átta geilar og stangarlop
Ein av størstu broytingunum er, at Tórsbreyt nú hevur átta geilar til 100 metra renning. Harumframt eru umstøður til stangarlop komnar afturat. Broytingarnar hava við sær, at breytin nú kann góðkennast til fleiri altjóða kappingar.
Tórsbreyt varð tikin í nýtslu í 2008. Í sambandi við fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar í 2027 varð staðfest, at neyðugt var at bøta um breytina, skuldi hon lúka neyðugu kappingarkrøvini. Tí varð farið undir at dagføra og umvæla hana.
Týðandi karmur um ítrótt og rørslu
Tórsbreyt er ikki bara karmur um venjing og kappingar. Børn, ung, vaksin og eldri brúka eisini økið til renning, gongd og aðra rørslu.
Arbeiðið er gjørt í samstarvi millum Tórshavnar kommunu og MAP ARKITEKTAR, sum hevur verið høvuðsráðgevi. Grettir hevur staðið fyri høvuðsarbeiðstøkuni, meðan Laiderz og EM Asfalt hava verið undirarbeiðstakarar.
