Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna, hevur sett Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning um mvg á atgongumerkjum til konsertir, sjónleik og líknandi tiltøk.
Hon vísir á, at ítróttur og ítróttatiltøk eru undantikin meirvirðisgjaldi, og at ymiskt listarligt virksemi eisini er undantikið. Atgongumerki til eitt nú konsertir og sjónleik eru hinvegin ikki frítikin fyri mvg.
Spyr um kostnaðin
Løgtingskvinnan spyr, hvat landsstýrismaðurin heldur um at frítaka slík atgongumerki fyri mvg, hvat ein slík frítøka hevði kostað landskassanum, og um landsstýrið hevur ætlanir um at broyta reglurnar.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður víst á, at tað kann vera trupult at fáa tónleik, sjónleik og annað listarligt virksemi at bera seg fíggjarliga.
Fleiri í føroyska lista- og mentanarumhvørvinum hava sambært fyrispurninginum ferð eftir ferð víst á, at ein mvg-frítøka av atgongumerkjasølu, eitt nú til konsertir, hevði bøtt munandi um fíggjarligu korini.