Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, og landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, hava í morgun boðað løgmanni frá, at tey ynskja at verða loyst úr starvi, sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk 1.
Løgmaður hevur eftirlíkað teirra umbøn.
Sambært fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan 124 frá 19. august 2021 § 44 stk. 3, røkir løgmaður fyribils fiskivinnumál og almannamál.
Tað skrivar løgmansskrivstovan í einum tíðindaskrivi.
Hetta merkir, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, bæði úr Fólkaflokkinum, taka sætið á tingið aftur, og út detta Annika Olsen og Brandur Sandoy.
Tað vil við øðrum orðum siga, at málið um sammøður nú verður felt til triðju viðgerð.