Ongi úrslit

Jann Benjaminsen fer at royna seg í norskum fótbólti

Útlendskur áhugi hevur verið fyri Jann Benjaminsen, og nú hevur hann valt at royna seg í norskum fótbólti

Sigurjón Einarsson
10. desember 2020 kl. 17:36

Hann hevði ikki sáttmála við NSÍ komandi ár, og tað hoyrdist, at útlendskur áhugi var fyri evnaríka leikararnum. Tað váttaði Jann Benjaminsen eisini sjálvur.

Nú er greitt, at Jann Benjaminsen hevur tikið av møguleikanum at spæla fótbólt í Norra, har hann skal spæla við Hødd, ið endaði nummar tvey í triðbestu deildini, men flutti ikki upp.

Jann hevur verið í felagnum við Løkin seinastu sjey árini, har Jann hevur spælt 105 dystir í bestu deildini, umframt steypakapping og 10 evropa leage dystir.

Jann Benjaminsen hevur eisini leikt fleiri landsdystir við U17 og U21-liðnum, og var sera eyðsýndur í Europa League-dystinum móti Barry Town í summar, tá NSÍ vann 5-0 og kom fyrstu ferð víðari í evropeiskum fótbólti í søgu felagsins. Í hesum dystinum legði Jann upp til trý mál.

Høvuðsvenjarin hjá Hødd hevur hetta at siga um Jann Benjaminsen:

- Jann Julian Benjaminsen kemur úr NSÍ. Hann er fyrrverandi U21-landsliðsleikari, ið nærkast A-landsliðnum. NSÍ endaði sum nummar tvey hetta kappingarárið og spældi seg víðari frá fyrsta umfarið í Europa League. Jann hevur spælt fast á høgra vongbakki, og er ein hartarbeiðandi leikari, ið eisini er góður á bóltinum.

Fakta:

Navn: Jann Julian Benjaminsen
Føddur: 03. april 1997
Leiklut: Kantur / bakkur

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11