Javnaðarflokkurin bjóðar til stórfingna gallaveitslu í Dansifrøi í Havn leygarkvøldið 26. september klokkan 19.00. Veitslan verður hildin í sambandi við, at flokkurin hevur 100 ár á baki.
Á skránni eru galladøgurði, undirhald, stuttar røður, felagssangur við tónleiki og forkunnugar framførslur. Eitt væl upplagt borðstjórapar skal leiða kvøldið.
Eftir døgurðan verður dansað frá borðinum og farið upp á gólv. Síðan verður dansur við plátuvendara. Barrin verður opin, og lættur náttmatur verður borðreiddur, áðrenn veitslan endar.
Atgongumerkið kostar 350 krónur. Talið á plássum er avmarkað, og fyrireikararnir heita tí á fólk um at tekna seg skjótast gjørligt. Dyrnar lata upp klokkan 18.00.
Røturnar ganga aftur til 1925
Fyrsta stigið at stovna Javnaðarflokkin varð tikið 25. september 1925. Tá varð Socialdemokratisk Forbund i Thorshavn stovnað á skrivstovuni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag í Tinganesi.
Maurentius Sofus Viðstein gjørdist fyrsti formaður. Felagið skifti seinni navn til Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Fáar vikur seinni varð eisini eitt javnaðarfelag stovnað á Tvøroyri.
Í 1927 vórðu lokalfeløgini knýtt saman í ein politiskan flokk. Á løgtingsvalinum í 1928 vórðu tvey javnaðarumboð vald á ting fyri fyrstu ferð.