Ongi úrslit

Javnaðarflokkurin koyrdur úr samgonguni í Tórshavnar býráð

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Stevið ímillum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, hevur leingi verið vánaligt. Og nú hevur Tjóðveldi og Borgaralistin í býráðnum tikið avleiðingarnar av í og sostatt hava tey endað samstarvið við Javnaðarflokkin.

Tað, sum sær út til at hava fingið bikarið at flóta yvir, var, at tveir býráðslimir fyri Javnaðarflokkin, fóru av fundi tá ið atkvøðast skuldi um støðuna hjá Bergi Robert Dam Jensen, býráðslimi fyri Javnaðarflokkin, í málinum um eldradepil í Kollafjørði.

Har fekk hann, við hjálp frá Javnaðarflokkinum, flutt eldradepilin á eitt stykki, har mamma hansara er festari og tí halda fleiri býráðslimir, at hann hevur ein gegnistrupulleika, og tað var hetta, býráðið skuldi taka støðu til.

At bæði hann, og Heðin Mortensen, sum eisini er býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, fóru av fundinum, gjørdi, at býráðið var ikki viðtøkuført og so datt málið burtur

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

Í gjár kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

11 tímar síðan

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20