Ongi úrslit

Javnaðarflokkurin tordi ikki

Ruth Vang heldur ikki, at haldfrøðisfrágreiðingin sigur annað um pensjónsaldurin, enn tað frammanundan var alment

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Inntil í vár var Ruth Vang landsstýriskvinna í fíggjarmálum í samgonguni millum Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, ið átti løgmann Alsel V. Johannesen, sum nú er landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Ruth Vang heldur ikki, at haldfrøðisfrágreiðingin hjá búskaparráðnum sigur annað, enn tað frammundan var greitt.

Hon siigur soleiðis:

Haldførisfrágreiðingin slær fast tað, vit longu vistu. Vit sleppa ikki undan at hækka pensjónsaldurin.

At útseta merkir bara, at komandi ættarlið fær størri part av uppgávuni at fáa haldføri uppá pláss. Soleiðis vildi Javnaðarflokkurin tað, sigur Ruth Vang, og hon heldur fram:

Um nakrar dagar verður fíggjarlógin løgd fram.

Vónandi megnar breiðasta samgonga í nýggjari tíð at fremja nýskipanir av týdningi. Tær eru neyðugar, eisini um vit hækka pensjónsaldurin. Sum skilst, so liggur okkurt á borðinum. Spennandi, um ryggur er til at fremja nakað, sum munar, sigur Ruth Vang, og hon endar soleiðis:

Plenuklipparin riggar til eitt vist, men bara til eitt vist. Blíva vit við, enda vit við at niðurpína alt alment virksemi. Heldur ikki her sleppa vit undan krevjandi avgerðum.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

12 tímar síðan

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29