Tað skrivar TV 2. Tó er hvørki tíðspunkt ella dagsskrá almannakunngjørd.
Sambært grønlendska miðlinum Sermitsiaq hevur amerikanska sendinevndin tjekkað inn á Hotel Aurora Apartments í miðbýnum í Nuuk. Sambært miðlinum hevði sendinevndin “Make America Great Again”-húgvur við sær.
Jeff Landry sigur við DR, at endamálið við vitjanini ikki er at tosa um amerikanskt yvirtøkuynski av Grønlandi.
– Eg eri her fyri at byggja sambond, lurta og læra, og kanna um møguleikar eru fyri at víðka sambandið millum USA, Grønland og Danmark, sigur hann.
Trump hevði boð við
Jeff Landry sigur eisini, at hann hevði tosað við amerikanska forsetan, Donald Trump, áðrenn fráferðina til Grønlands.
– Hann segði: “Far hagar yvir og fá so nógvar vinir, sum tilber,” sigur Landry sambært DR.
Komin uttan almenna innbjóðing
Sambært DR er Jeff Landry komin til Nuuk uttan almenna innbjóðing frá Grønlands Erhverv, sum skipar fyri vinnustevnuni “Future Greenland”. Kortini stóð navn hansara brádliga á luttakaralistanum.
Amerikanski sendiharrin í Kongaríkinum Danmark, Ken Howery, kemur eisini til Nuuk, og Landry verður partur av hansara sendinevnd. Tað hevur grønlendski uttanríkisráðharrin, Múte B. Egede, upplýst fyri DR.