Mat- og drekkivørur eru sambært einum nýggjum § 52a-fyrispurningi dýrkaðar um 30 prosent seinastu fimm árini. Kortini er kanningin, sum skal finna grundleggjandi orsakirnar til høga prísstøðið í Føroyum, framvegis ikki liðug.
Nú vil Jenis av Rana, løgtingsmaður, hava at vita frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, um hann er nøgdur við tíðarætlanina, og um hann fer at seta átøk í verk fyri at skunda undir arbeiðið.
– Nógv tos, men fá ítøkilig úrslit, skrivar Jenis av Rana í viðmerkingunum til fyrispurningin.
Kanningin byrjaði í 2024
Ein undankanning varð løgd fram í 2024. Sambært fyrispurninginum varð hon ikki mett at vera nøktandi, men hon gav ábendingar, sum førdu til, at ein størri og nágreiniligari kanning varð sett í verk.
Nú verða millum annað veitarar, smásølur og heilsølur kannaðar. Endamálið er millum annað at fáa greiðu á, um viðurskifti á føroyska marknaðinum forða fyri veruligari og virknari kapping.
Eingin freist er ásett
Jenis av Rana leggur dent á, at eingin freist er ásett fyri, nær arbeiðið skal vera liðugt. Sambært fyrispurninginum verður kanningin ikki liðug fyrr enn eina óásetta tíð í 2027.
Hann vísir samstundis á, at føroyingar framvegis merkja høgu prísirnar í gerandisdegnum. Í Breddanum varð drúgva arbeiðið sambært fyrispurninginum greitt við, at tað var „ov nógv at gera og eitt lítið kontór“.