Ongi úrslit

JENS MARNI HANSEN Á MENTANARNÁTTINA Á TVØROYRI

Tvøroyrar kommuna
19. mai kl. 01:30

Kollfirðingurin við eyðkendu, hásu rokkrøddini, Jens Marni Hansen, verður eisini millum frálíki tónleikanøvnini á ársins Mentanarnátt á Tvøroyri, fríggjadagin hin 29. mai.

Jens Marni hevur latið eina ørgrynnu av landaplágum úr hondunum og hevur verið at hoyra á tónleikapallinum síðan hann var heilt ungur. Áðrenn Jens Marni mest fór at spæla solo, var hann partur av navnframum bólkum, so sum Kjølar, All that Rain og Showmenn. Jens Marni  royndi seg eisini í danska Melodi Grand Prixnum í 2010, við lagnum Gloria.

Á Mentanarnáttini á Tvøroyri verður fantastiska røddin hjá Jens Marna at hoyra, tá hann fer at framføra á stóra pallinum í miðbýnum.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03