Ongi úrslit

Jens Midjord heiðraður fyri drúgva tænastu

Undan dystinum millum HB og B36 leygardagin varð Jens Midjord heiðraður fyri trúgva tænastu, føroyskum fótbólti og fótbóltsdøming at frama

Heri á Rógvi, starvsnevndarlimur í FSF, og Jens Midjord undan dystinum millum HB og B36 á Tórsvølli leygardagin - Mynd: Rói Sørensen
fsf.fo/Hans Erik Danielsen
2 tímar síðan

Leygardagin, áðrenn Eiler Rasmussen floytaði dystin í MeistaraDeildini hjá monnum millum HB og B36 í gongd, varð Jens Midjord heiðraður fyri trúfesti, álit og trúgva og drúgva tænastu, føroyskum fótbólti og fótbóltsdøming at frama.

Tað byrjaði longu í 1975, tá Jens Midjord fyrst tók dómaraprógv, og síðani fór undir at døma dystir í føroysku kappingini.

Men hóast Jens var virkin sum dómari og hjálpardómari í nógv ár, so er tað sum dómaraeygleiðari, ið vit kenna hann best.

Fyrsti dystur sum eygleiðari var í 1998, og næstu 25 árini, til 2023 eygleiddi Jens Midjord omanfyri 400 dystir í fremstu deildini.

Fótbóltssamband Føroya vil við hesum takka Jens Midjord fyri trúfesti, álit og trúgva og drúgva tænastu, føroyskum fótbólti og fótbóltsdøming at frama.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

Í gjár kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42