Ongi úrslit

Jóansøkuveðrið

© Faroeislandslive.com
Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Forsøgn galdandi til sunnumorgunin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp i hvassan vind 15 m/s. Skiftandi skýloft og okkurt ælið. Í kvøld skýggjað og ælaveður. Hitin millum 8 og 12 stig.

Sunnudagin

Fyrrapartin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Seinnapartin minkar sum frálíður til frískt lot til frískan vind, framvegis av útsynningi, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað við sólglottum og okkurt ælið. Hitin millum 8 og 12 stig.

Mánadagin

Lítið lot av útsynningi, sum frálíður sunnan, minni enn 5 m/s. Skýggjað og okkurt ælið. Út á seinnpartin dregur á luftina og sum frálíður fer at regna. Út á kvøldið fer hann eysturum til landsynning og veksur upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Samdrigið og regn. Hitin millum 8 og 13 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot av landsynningi og seinnapartin gongur vestur í útsynning, 3 til 8 m/s. Samdrigið og regn, men út á kvøldið slítur í. Hitin millum 6 og 11 stig.

Mikudagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður. Seinnapartin hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður minkandi til lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Um kvøldið lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og bert einstøk æl.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

Í gjár kl. 07:43

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

Í gjár kl. 19:35

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41