Ongi úrslit

Jóhanna er nýggj forkvinna í stýrinum fyri Dugna

Tvey eru nývald í stýrinum fyri Dugna, sum er mannað við fimm nevndarlimum

Á myndini: Martin Karl Olsen, Margit Stórá, Elin Ludvig, Magni á Deild Olsen, Heri Reynheim, Ása Olsen og Jóhanna Jancyardóttir.
Almenna- og bústaðarmálaráðið
57 minuttir síðan

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur valt tríggjar limir í stýrið fyri Dugna. Jóhanna Jancyardóttir og Heri Reynheim eru nývald, meðan Magni á Deild Olsen er afturvaldur. Tey eru vald fyri tíðarskeiðið 1. september 2026 til 31. august 2030.

Umframt tey trý sita Martin Karl Olsen og Ása Olsen í stýrinum.

Stýrið hevur nú skipað seg av nýggjum við Jóhonnu Jancyardóttir sum forfólki og Martini Karl Olsen sum næstforfólki.

Í gjár vitjaði landsstýriskvinnan Dugna, har hon heilsaði upp á stýrið og ynskti limunum góðan arbeiðshug.

 

 

Nýggju limirnir hava báðir drúgvar og viðkomandi royndir við sær í stýrisarbeiðið.

Jóhanna Jancyardóttir er eindarleiðari fyri eindina Børn og ung í Almannaverkinum. Hon er útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan leiðslu, virknistænastur og sosiala økið.

Heri Reynheim er formaður í Havnar Arbeiðarafelag og hevur drúgvar royndir frá arbeiðsmarknaðinum og fakfelagsarbeiði.

Landsstýriskvinnan takkar samstundis fráfarandi stýrislimunum fyri teirra íkast og arbeiðssemi.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Føroyar mugu ikki elta Europa

Í gjár kl. 22:49