Ongi úrslit

Johnny í Grótinum ávarar Grønland: Pengar úr Danmark og ES loysa ikki alt

Grønlendski landskassin stendur fyri stórum avbjóðingum. Nú skal ein reformnevnd undir leiðslu av Johnny í Grótinum vísa á møguligar loysnir.

© Búskaparráðið.
Føroyski búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum, sum er formaður í Búskaparráðnum í Føroyum, stendur á odda fyri grønlendsku Reformnevndini.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Grønland er farið undir eitt tvey ára arbeiði, sum skal geva politikarunum ítøkiligar møguleikar at loysa vaksandi búskaparligu avbjóðingarnar hjá landinum. Tað skrivar KNR.

Føroyski búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum, sum er formaður í Búskaparráðnum í Føroyum, stendur á odda fyri grønlendsku Reformnevndini.

Uppgávan er stór. Nýggjasta haldføris- og vakstrarætlanin vísir, at sjálvt um allar tær skotnu reformirnar vórðu settar í verk beinanvegin, hevði landskassin framvegis havt hall komandi áratíggið. 

Ein høvuðsorsøk er, at útreiðslurnar til alsamt fleiri pensjónistar vaksa, samstundis sum ov fá ung eru á arbeiðsmarknaðinum.

Ávarar móti at lata seg blinda av pengum

Grønland hevur fingið stórar íløgur og fíggjarligan stuðul úr Danmark og ES. Bara 7. september varð ein avtala við ES undirskrivað upp á 200 milliónir evrur – umleið 1,5 milliardir danskar krónur. Pengarnir skulu millum annað brúkast til betri internetsamband.

Johnny í Grótinum ávarar tó móti at halda, at pengar uttaneftir loysa grundleggjandi trupulleikarnar.

– Man kann kanska vera eitt sindur bangin fyri, at tá pengar koma frá ES ella eyka pengar til hernað og líknandi, verður man blindaður, sigur hann við KNR.

Vil serliga hoyra tey ungu

Nevndin ætlar at skipa fyri fokusbólkum og kanningum millum fólk. Serliga tey ungu skulu hoyrast, tí tað eru tey, sum skulu liva longst við avleiðingunum av teimum avgerðum, sum verða tiknar nú.

Johnny í Grótinum heldur, at fleiri av teimum bestu hugskotunum kunnu finnast hjá borgarum og starvsfólkum í almenna geiranum.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

Í gjár kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

Í gjár kl. 12:17

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17