Ongi úrslit

Kæra um vindmyllur á Sandi víst aftur: Umhvørvisstovan stendur við góðkenningina

Umhvørvisstovan vísir aftur kæruni um ætlaðu vindmyllurnar á Sandi. Kæran hevur ongar nýggjar upplýsingar, sum geva orsøk til nýggja viðgerð.

© Sands kommuna.
Ein festari og fleiri fólk á Sandi fáa ikki viðhald í kæruni um umhvørvisgóðkenningina av ætlaðu vindmyllunum í Klivaløkshaga.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Ein festari og fleiri fólk á Sandi fáa ikki viðhald í kæruni um umhvørvisgóðkenningina av ætlaðu vindmyllunum í Klivaløkshaga. Tað upplýsir Sands kommuna.

Umhvørvisstovan hevur viðgjørt kæruna og staðfestir, at hon ikki inniheldur nýggjar upplýsingar, sum geva stovninum orsøk til at taka málið uppaftur.

Skuggakastið verður undir markinum

Kæran snúði seg millum annað um skuggakast, avrenning frá vegum og møguliga ávirkan á fuglalívið.

Sambært Umhvørvisstovuni vísa tøkniligar kanningar, at skuggakastið í bygdum øki verður undir tíggju tímar um árið. Tað er markið, sum er ásett í umhvørvisgóðkenningini.

Atkomuvegurin er eisini fluttur. Hann skal leggjast soleiðis, at ávirkanin á vátlendi, gróður og natúrligt frárensl verður so lítil sum gjørligt.

Bíða framvegis eftir svari um friðing

Umhvørvisgóðkenningin fevnir ikki um ávirkan á fuglalívið. Tann spurningurin verður viðgjørdur eftir elveitingarlógini.

Tey, sum kærdu, eru ósamd í niðurstøðuni, men ásanna, at lítið er eftir at gera í hesum máli.

Tey bíða tó framvegis eftir svari um at friða økið við Gróthúsvatn og Søltuvík eftir náttúruverndarlógini.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

Í gjár kl. 08:52

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30