Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerðina hjá Almannaverkinum um, nær hægsta fyritíðarpensjónin hjá einum kærara skuldi koma í gildi. Pensjónin varð ásett at galda frá 1. oktober 2023 og ikki frá 1. mars sama ár, sum kæruumboðið hevði kravt.
Eingin heimild til undantak
Kærustovnurin vísir á, at almannapensjónslógin ikki gevur heimild til at gera undantak frá reglunum um, nær pensjón kann veitast.
Sambært lógini verða veitingar bert veittar eftir umsókn. Pensjón verður veitt frá fyrsta degi í mánaðinum eftir, at umsóknin er játtað, tó í seinasta lagi frá fyrsta degi í fjórða mánaðinum eftir, at umsóknin er móttikin.
Kærarin søkti um fyritíðarpensjón 22. juni 2023. Í september sama ár fekk viðkomandi forskot upp á pensjón svarandi til lægstu fyritíðarpensjón. Endaliga avgerðin um hægstu fyritíðarpensjón varð tikin 21. mars 2025 við gildi frá 1. oktober 2023.
Heilsustøðan var ov óviss
Kæruumboðið metti, at vantandi vegleiðing frá Almannaverkinum hevði við sær, at hægsta fyritíðarpensjónin átti at verið galdandi frá mars 2023.
Kærustovnurin tekur ikki undir við hesum. Læknaligu upplýsingarnar vístu, at heilsustøðan hjá kæraranum tá var óviss, og at tað ikki bar til við vissu at meta um, hvørt heilsutrupulleikarnir fóru at vera varandi ella um framtíðar arbeiðsførið.
Tí metir Kærustovnurin heldur ikki, at grundarlag er fyri at staðfesta, at Almannaverkið ikki hevur hildið sína vegleiðingarskyldu.