Ongi úrslit

Kærustovnurin slær fast: Útlendskur handil hevði fastan rakstrarstað í Føroyum

Ein handil, sum skuldi vera fyribils, gjørdist so regluligur og hevði so stórt virksemi, at hann varð mettur sum fastur rakstrarstaður í Føroyum.

© Føroya Kærustovnur.
Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerðina hjá TAKS um, at eitt útlendskt vinnuvirki hevur havt fastan rakstrarstað í Føroyum og tí hevur avmarkaða skattskyldu her á landi.
Edmund Jacobsen
6 tímar síðan

Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerðina hjá TAKS um, at eitt útlendskt vinnuvirki hevur havt fastan rakstrarstað í Føroyum og tí hevur avmarkaða skattskyldu her á landi.

Ósemjan snúði seg um, hvørt virksemið var ein fyribils sonevndur støkkupphandil, sum ikki hevði fastan rakstrarstað í Føroyum, ella um handilin í veruleikanum hevði fingið so fastan og regluligan dám, at hann var skattskyldugur her.

Kærustovnurin kom til ta niðurstøðu, at talan var um fastan rakstrarstað, og staðfesti 16. juni 2026 avgerðina hjá TAKS.

Sølan fleirfaldaðist

Avgerðin byggir millum annað á, at virksemið hevði verið afturvendandi og regluligt.

Sambært roknskapinum var mvg-skylduga sølan 64.332 krónur í 2021, 354.444 krónur í 2022 og 390.762 krónur í 2023.

Kærustovnurin metti tí ikki, at virksemið í Føroyum hevði verið sera avmarkað. Lýsingar vístu eisini, at handilin hevði latið upp aftur fleiri ferðir og regluliga lýst við upplatingartíðum.

Kærarin er búsitandi í Danmark og rekur vinnu har. Kæruumboðið førdi fram, at virksemið í Føroyum hevði verið so avmarkað, at tað ikki kundi metast sum fastur rakstrarstaður.

Frá fyribils handli til fasta deild

Kærustovnurin staðfestir, at ætlanin upprunaliga var at reka ein støkkupphandil. Men tá ið hugt varð at virkseminum sum heild, metti stovnurin, at tað hevði broytt skap og fingið dám av einum føstum rakstrarstaði.

Niðurstøðan er, at talan skattliga er um virksemi í Danmark við einari deild í Føroyum. Tann parturin av vinnuni, sum stavar frá føroysku deildini, er tí skattskyldugur í Føroyum.

Kærarin hevði eisini víst á munnliga vegleiðing frá TAKS. Men eingi skjalprógv vóru fyri, hvat henda vegleiðingin hevði fevnt um. Tí gjørdi Kærustovnurin ikki meira við tann partin av málinum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

Í gjár kl. 11:10

Opið bræv til Jacob Vestergaard

27. august kl. 23:58

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

Løgreglan hevur eina staðiliga áheitan á foreldur at ungdómum

28. august kl. 10:40

Fara at gera kollveltandi royndir við fiskiskapi undir Føroyum

Í gjár kl. 08:50