Ongi úrslit

KAF og Heilsuhjálparafelagið hava gjørt semju um 3 ára sáttmála

Semingsuppskotið er um løn – og um, at arbeiðstíðar um kvøldið og um náttina fara at telja meira

kaf.fo
5 tímar síðan

Fyrrapartin í dag 16. oktober 2026 tóku Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undir við semingsuppskoti, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar seinnapartin í gjár.

Semingsuppskotið er um løn – og um, at arbeiðstíðar um kvøldið og um náttina fara at telja meira.

Talan er um eina 3 ára semju, har lønarhækkanin er býtt soleiðis:

Tann 1. januar 2026 hækkar mánaðarlønin við 3,87%

Tann 1. oktober 2026 hækkar mánaðarlønin við 1.000 kr.

Tann 1. oktober 2027 hækkar mánaðarlønin við 3%

Frá 1. apríl í 2027 fara arbeiðstímar um kvøldið- og um náttina at telja meira

Í dag telja arbeiðstímar millum kl. 17.00 og kl. 06.00 um morgunin 1 tíma og 4,5 min.

Frá 1. apríl 2027 fara tímar um kvøldið og um náttina at telja ymiskt, sí niðanfyri:

Arbeiðstímar millum kl. 17:00 til 23:00 telja 1 tíma og 8 min. í normi.

Arbeiðstímar millum kl. 23:00 til 06:00 telja 1 tíma og 16 min. í normi.

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54