Ongi úrslit

Kalsoyggin: Trýstið fyri at fáa undirsjóvartunnil veksur alsamt

Kravi um ein undirsjóvartunnil til Kalsoynna gerst alsamt sterkari. Tey, ið tala fyri, halda, at ein tunnil verður bíligari, betri og tryggari enn ein ferjuloysn.

Edmund Jacobsen
20. mai kl. 06:37

Mikukvøldið - also í kvøld kl. 19 - verður almennur fundur á Skúlatrøð í Klaksvík, har tunnilsætlanin verður løgd fram fyri almenninginum, og har bæði politikarar, verkfrøðingar og umboð fyri tunnilsbólkin fara at greiða frá ætlanunum.

Fundurin kemur eftir ein væl vitjaðan oyggjafund í Mikladali í februar, har breið semja sambært fyriskiparunum var um, at undirsjóvartunnil er besta loysnin fyri framtíðina hjá Kalsoynni.

Tunnil bíligari enn ferja

Á fundinum varð eisini hildið fram, at tunnil upp á sikt verður bíligari fyri landskassan enn nýggj ferja og dagligur rakstur av einari slíkari.

Sambært uppskotinum skal tunnilin verða umleið 3,75 kilometrar langur og kosta um 450 milliónir krónur at byggja. Roknað verður við árligum rakstrarkostnaði á 3,75 milliónir krónur.

Til samanberingar verður mett, at ein nýggj kalsoyarferja hevði kostað 170–200 milliónir krónur, meðan raksturin hevði verið um 15 milliónir krónur um árið.

Roknistykkið skal sannføra politikarar

Talsfólk fyri tunnilsætlanini halda fram, at samlaðu útreiðslurnar yvir 30 ár tala greitt fyri tunlinum. Sambært útrokningunum hevði ein tunnil kostað um 562,5 milliónir krónur samanlagt yvir 30 ár, meðan ein ferjuloysn hevði kostað millum 620 og 650 milliónir krónur.

Harumframt vísa uppskotsstillararnir á, at aðrir føroyskir undirsjóvartunlar eru bygdir við samansettari fígging frá landinum, lánum og bummgjaldi. Sama leist kundi sambært teimum verið brúktur í Kalsoynni.

Á almenna fundinum í Klaksvík fara eisini umboð fyri Landsverk og tunnilsbólkin at leggja fram upplýsingar um linjuføring, kostnað og møguliga nýtslu av føroyskari arbeiðsmegi. Eisini verður landsstýrismaðurin í tunnilsmálum, Jacob Vestergaard, á skránni.

“Munurin er ein øld”

Tunnilsfólkini leggja ikki bara dent á samferðslu og búskap. Tey halda eisini, at tunnilin kann verða avgerandi fyri framtíðina hjá oynni.

Í einum av sjónarmiðunum verður sagt, at øki við undirsjóvartunlum hava upplivað fólkavøkstur, meðan gongdin hevur verið øvug í økjum, sum framvegis eru bundin at ferjusambandi. Sambært teimum kann Kalsoyggin við einum tunli verða “flutt hálva øld fram í tíð”.

Nú verður so roynt at fáa almenningin og politisku skipanina at taka næsta stigið.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47