Ongi úrslit

Kanjon fær stóran sáttmála: Gamli skúlin í Vestmanna verður nærum sum nýggjur

Kanjon skal umvæla og byggja gamla skúlan á Kongsteigum um. Eftir ætlan verður skúlin tikin í nýtslu aftur í august 2028.

© Vestmanna Kommuna.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Trý tilboð komu inn til arbeiðið, sum varð mett at kosta beint oman fyri 60 milliónir krónur. Tilboðini vóru ávikavist 64, 75 og 93 milliónir krónur.

Kanjon hevði lægsta tilboðið. Eftir samráðingar hevur Vestmanna kommuna nú skrivað undir sáttmála við byggifyritøkuna.

Nærum alt verður tikið niður

Talan er um eina umfatandi umvæling og umbygging. Nærum alt innandura verður tikið niður heilt inn á berandi bygnaðin.

Tá arbeiðið er liðugt, verður skúlin at kalla nýggjur við nútímans kørmum til næmingar og starvsfólk.

Skúlin er umleið 3.000 fermetrar. Báðir skúlapartarnir, sum eru frá 1951 og 1967, verða umvældir og bygdir um.

Skúlin skal vera liðugur í 2028

Byggiarbeiðið er mett at taka tvey ár. Umleið 180 næmingar ganga í Vestmanna skúla.

Í byggitíðini verður skúlavirksemið flutt í nýggja skúlan, kommunalar bygningar og bingjur.

Mest lisið hesa vikuna

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30

Løgreglan avdúkar fleiri netkynsbrot móti børnum

Í gjár kl. 13:00

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47

Haaland sendi Norra í HM-fjórðingsfinaluna

5. juli kl. 23:49