Hvussu langt røkkur ræðisrætturin hjá einum festara av landsjørð?
Tann spurningin reisir Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, nú í einum skrivligum fyrispurningi til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum.
Serliga vil hann hava greiðu á, um tað at hava landsjørð í festi kann geva einum festara rætt til at avmarka almenna atgongd – ella enntá krevja gjald fyri atgongd til fornminni, kirkjur og onnur mentanarsøgulig virði á festinum.
Hvør ræður, tá onnur virði eru á festinum?
Fyrispurningurin snýr seg um grundleggjandi markið millum landbúnaðarligan ræðisrætt og onnur samfelagslig áhugamál.
Bjarni Kárason Petersen spyr, um festirætturin í útgangsstøðinum bert er knýttur at landbúnaðarligari nýtslu, og um ein festari yvirhøvur fær aðrar heimildir enn tær, sum eru neyðugar fyri at reka festið.
Hann vil eisini hava staðfest, um festarin hevur nakra sjálvstøðuga heimild at umsita fornminni, kirkjur, náttúruvirði, mentanarsøgulig virði og almenna ferðslu.
Vil hava greið mørk
Í viðmerkingunum til fyrispurningin verður víst á, at tann fatanin sæst í almenna kjakinum, at festarar hava víðfevndan ræðisrætt yvir øllum virðum, sum eru á festinum.
Men festiskipanin er skipað til landbúnaðarliga nýtslu, meðan eitt nú náttúruvernd, fornminni, mentanararvur, kirkjur og almenn ferðsla eru skipað við serstakari lóggávu og umsitin av ymiskum myndugleikum.
Tí vil løgtingsmaðurin nú hava landsstýrismannin at gera greitt, hvar grundleggjandi markið gongur: Hvar endar landbúnaðarligi ræðisrætturin hjá festaranum, og hvar byrja onnur almenn rættindi og samfelagslig áhugamál?