Í Føroyum hava vit tveir sjómansskúlar, ein í Klaksvík og ein í Havn. Og nú er landsstýrið farið at kanna um tað skulu gerast nakrar bygnaðarbroytingar ímillum teir báðar skúlarnar.
Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í skúlamálum.
Hermann Samuelsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hví nýggjur stjóri ikki verður settur á sjómansskúlanum í Klaksvík, Sjónámi.
Hann vísir á, at fyri kortum legði leiðarin á Sjónámi frá sær, men at tað hevur vakt undran, at myndugleikarnir ikki enn hava lýst eftir nýggjum stjóra. Haraftrat hevur hevur hann hoyrt, at kanska verða útbúgvingarnar á Sjónámi broyttar.
Bárður á Lakjuni sigur, at í sambandi við at nýggjur leiðari skal setast á Sjónámi verður kannað, um bygnaðarbroytingar skulu gerast, soleiðis at betri samanhangur verður ímillum sjóvinnuútbúgvingarnar í Havn og í Klaksvík.
Tað er ein spurningur, Undirvísingarstýrið er biðið um at skriva eitt tilmæli um í samsamráð við báðar sjómansskúlarnar skúlarnar, og onnur viðkomandi.
Ætlanin er at seta nýggjan leiðara á Sjónámi so skjótt sum støða er tikin til bygnaðarligu viðurskiftini, sigur landsstýrismaðurin.
Annars vil landsstýrismaðurin, at minst líka nógv virksemi verður á Sjónámi í Klaksvík í framtíðini, eisini hóast bygnaðurin kanska verður broyttur.
Báðir sjóvinnuskúlarnir í Føroyum hava skiparaútbúgving, sum kundi verið betri samskipað í sambandi við upptøku og í sambandi við simulatorin, sum er í Havn.
Tað hevði verið ein fyrimunur fyri báðar skúlarnar at samskipa hetta betur, soleiðis at skeið ikki vóru samstundis í báðum skúlunum, sigur Bárður á Lakjuni.
Í framtíðini kundu aðrir møguleikar eisini víst seg á Sjónámi. Somuleiðis hevur verið umhugsað at flyta Brandskúlan til Klaksvíkar, soleiðis at virksemið bleiv knýtt at Sjónámi.
Arbeitt hevur eisini verið við einum bláum miðnámi. Tað, vit hava fingið at vita um tað, er, at endamálið er at samskipa og menna sjóvinnuútbúgvingar í Føroyar á miðnámsstigi, bæði sjóvinnu, alivinnu, havvinnu og fiskivinnu.
Málið er at savna skiparaflokkar og aðrar maritimar útbúgvingar undir eina felags skipan, har Sjónám kundi verið ein partur, tí har hava tey útbúgving til dekkara og skipsatstøðing, sigur Bárður á Lakjuni.