Ongi úrslit

Kanna møguleika at sleppa undan security-trupulleikum í Nuuk

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Ein nýggj loysn kann í framtíðini forða fyri, at flogferðafólk verða strandað í Nuuk orsakað av avmarkaðari opningartíð hjá security í Nuuk Lufthavn.

Hetta kemur eftir, at tvey Dash 8-flogfør hjá Air Greenland sunnudagin ikki sluppu avstað úr Nuuk til Ilulissat, tí ferðafólkini ikki náddu ígjøgnum security, áðrenn tað lat aftur.

Umleið 140 ferðafólk vórðu rakt av hendingini.

Greenland Airports arbeiðir nú við at kanna, um innanlandsferðafólk kunnu fara uttan um vanliga security-kanningina og beinleiðis til Gate 6.

Vit eru í samráðing við Trafikstyrelsen um, um vit kunnu finna eina loysn, so fólk møguliga kunnu fara uttan um security og oman til Gate 6, sigur stjórin í Greenland Airports, Jens Lauridsen.

Gate 6 verður í dag brúkt av innanlandsferðafólki, tá tey koma til Nuuk.

Men enn er óvist, um loysnin kann góðkennast og setast í verk.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47