Ongi úrslit

Kanna nýggj mál um kynsligan ágang á børn

Møgulig sambond eru til Bretlands í Epstein-skjølunum

Jóhanna Højgaard
19. mai kl. 18:15

Bretska løgreglan í Surrey kannar nú tvey mál um søguligan kynsligan ágang móti børnum. Hettar hendir eftir almannakunngeringina av milliónum av skjølum, í málinum um tann deyða kynsbrotamannin Jeffrey Epstein.

Sambært Surrey Police snýr annað málið seg um skuldsetingar um ágang í Surrey og Berkshire, sum skulu hava gingið fyri seg millum miðskeiðis í 1990’unum og ár 2000. Hitt málið snýr seg um hendingar í West Surrey síðst í 1980’unum. Eingin er fyribils handtikin.

Løgreglan hevur ikki upplýst, hvørji ítøkilig skjøl hava elvt til kanningina. Fyrr í ár fekk løgreglan tó kunnleika um tilfar frá amerikanska løgmálaráðnum, við skuldsetingum um menniskjahandil og kynsligan ágang móti einum barni í Virginia Water í Surrey, millum 1994 og 1996.

Eftir almannakunngeringina bað Surrey Police almenningin um hjálp, og sambært bretskum miðlum eru fleiri fráboðanir síðani komnar fram.

Løgreglan arbeiðir nú við at savna fleiri prógv og kannar øll viðkomandi spor.

Fleiri bretskir politikredsar kanna samstundis tilfar úr Epstein-málinum fyri møgulig sambond til Bretlands, millum annað upplýsingar um menniskjahandil, flogferðir og persónar í netverkinum hjá Epstein.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03