Ongi úrslit

Kappingareftirlitið gevur grønt ljós: Trý uppisjóvarfeløg verða løgd saman

Kappingareftirlitið hevur góðkent samanleggingina av Gráasteini, Ango og Sp/f 07.05.2026. Nýggja eindin fer at standa fyri umleið 8–10 prosentum av avreiðingarvirðinum í uppisjóvarvinnuni.

© Edmund Jacobsen.
Eftir samanleggingina fer Sp/f Ango at eiga og reka Birita, TN 132.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Kappingareftirlitið hevur góðkent, at Sp/f Gráastein, Sp/f Ango og Sp/f 07.05.2026 verða løgd saman. Eftir samanleggingina verður Sp/f Ango framhaldandi felagið.

Málið stavar frá, at annar av eigarunum í Gráasteini, Birgir Lützen, ynskir at fara úr felagnum. Kim Durhuus og eigararnir í Ango og Sp/f 07.05.2026 skulu yvirtaka partin hjá honum.

Stór virði verða savnað

Øll trý feløgini hava virksemi í føroysku uppisjóvarvinnuni.

Ango avreiddi fyri umleið 70 milliónir krónur í 2024, meðan Birita hjá Gráasteini avreiddi fyri umleið 91 milliónir krónur.

Sp/f 07.05.2026 er úrslit av eini kloyving av P/f Kinnfelli, sum avreiddi fyri góðar 110 milliónir krónur í 2024. Sambært fráboðaranum skal umleið helvtin av hesum virðinum roknast til Sp/f 07.05.2026.

Framhaldandi felagið verður mett at fara at standa fyri umleið 8–10 prosentum av samlaða avreiðingarvirðinum av makreli, svartkjafti og norðhavssild.

Birita verður eftir

Eftir samanleggingina fer Sp/f Ango at eiga og reka Birita, TN 132. Skipini Ango, TG 752, og Katrina Jóhanna, VA 410, verða ikki partur av framhaldandi felagnum.

Vørn góðkendi longu 9. juni samanleggingina í mun til ásetingarnar í sjófeingislógini um miðsavnan av kvotum og ognarskap.

Kappingareftirlitið metir, at samanleggingin ikki fer at forða virknari kapping munandi, og hevur tí góðkent hana eftir einfalda málsviðgerð. Góðkenningin er treytað av, at upplýsingarnar, sum fráboðarin hevur latið Kappingareftirlitinum, eru rættar.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01