Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, setur nú spurnartekin við kappingarstøðuna hjá Føroya Tele. Hann vil hava Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum, at greiða frá, um verandi skipan tryggjar fría og javna kapping.
Í skrivligum fyrispurningi, sum er dagfestur 5. oktober, spyr hann, um tað fremur kappingina, at Føroya Tele kappast við onnur feløg á samskiftismarknaðinum, samstundis sum samtakið hevur einkarætt til at veita netkervið.
Hann vil eisini vita, um landsstýrismaðurin ætlar at fáa neyðugu lógarheimildina til at skilja P/F NET og P/F Samskifti sundur, so feløgini ikki longur eru undir sama samtaki.
Greining mælti til sundurskiljing
Málið er ikki nýtt.
Í 2021 heitti landsstýrið á nevndirnar í Føroya Tele og NET um at fáa eina óhefta greining av, hvussu ein bygnaðarlig sundurskiljing kundi tryggja størri gjøgnumskygni og frælsari og javnari kapping.
Copenhagen Economics gjørdi greiningina, sum Føroya Tele fekk í 2022.
Sambært fyrispurninginum var niðurstøðan tá, at ein bygnaðarlig sundurskiljing hevði tryggjað fult gjøgnumskygni um treytirnar fyri at fáa atgongd til netkervið. Hon hevði eisini tryggjað fría og javna kapping á smásølumarknaðinum.
Politisk undirtøka vantaði
Undanfarna landsstýri arbeiddi við málinum, men kom ikki á mál, tí neyðuga politiska undirtøkan vantaði.
Nú vil Bjarni Kárason Petersen hava greiðu á, um landsstýrið ætlar at taka málið uppaftur og leggja lógarkarmarnar fyri einari ognarligari sundurskiljing av Føroya Tele.