Leygardagin verður triði FM-róður í summar, hesa ferð á jóansøku í Vági.
Nógv fólk ætla sær ivaleyst suður til Vágs at halda jóansøku, men tey, sum ikki kunnu fara suður, hava nú møguleikan at síggja kappróðurin beinleiðis á stórskíggja við Trappuna í Vágsbotni.
Tvær tær fyrstu FM-stevnurnar hava víst, at vit hava eitt spennandi róðrarár í væntu, ikki minst hjá 10-mannaførunum, har Havnarbáturin og Ormurin Langi higartil hava vunnið hvør sín róður.
Men eisini í fleiri av hinum róðrunum hava vit fingið ymiskar vinnarar higartil í kappingini, so lagt er upp til ein javnan og spennandi kappróður í summar.
Í sambandi við, at kappróður verður vístur, verða vegirnir til og úr Vágsbotni stongdir millum 14.30 til 18.30.