Kári Reynheim: Maradona var tann størsti

Føroyski fótbóltsúrmælingurin Kári Reynheim er ikki í iva: - Tað er eingin, ið er yvir ella við síðuna av argentinska bóltsnillinginum. Maradona var tann størsti

Sigurjón Einarsson
27. november 2020 kl. 17:34

Kári Reynheim, ið viðhvørt eisini er blivin kallaður fyri tann føroyski Maradona, var størsta stjørnan í føroysku kappingini frá byrjanini av 80-unum og upp til mitt 90-ini, tá hann spældi og trøllabant alla fjøldina við sínum kynstrum á vøllinum.

Hann er ikki í iva, tá hann verður spurdur um Maradona, nú heimsstjørnan legði árarnar inn einans 60 ára gamal.

- Hann var tann størsti av øllum. Eg havi ikki upplivað nakran annan, ið kundi tað, sum Maradona kundi á vøllinum, sigur Kári Reynheim í viðtalu við Dimmalætting.

Ein onnur tíð

Hóast møguleikarnir at fylgja útlendskum fótbólti tá ikki vóru líka góðir sum í dag, so kendi Kári til Diego Maradona og hansara gandakynstur við einum bólti. Men tað var ikki fyrr enn, tá HM-endaspælið í Meksiko varð víst í føroyskum sjónvarpi, at føroyski 10-arin veruliga fekk eyguni upp fyri Maradona.

- Hann var ein einari av rang. Tað var ótrúligt, hvat hann megnaði at útinna við einum hálv vánaligum argentinskum landsliði, ið ikki hevði vunnið nakað, var Maradona ikki við, heldur Kári.

Kári Reynheim heldur, at tað hetta eisini var galdandi fyri Napoli, har Maradona ferð aftaná ferð var avgerandi leikarin, ið hann gjørdi til italskan meistara tvær ferðir, í 1987 og aftur í 1990, umframt at vinna UEFA Cuppina í 1989.

- Tú mást minnast til, at arbeiðsumstøðurnar hjá tílíkum einarum vóru ikki góðar tá í tíðini. Hann varð sparkaður niður ferð aftaná ferð, men lá ikki niðri og venaði seg. Hann reisti seg altíð upp aftur og driblaði víðari, hugleiðir Kári.

Messi hevur ikki megnað tað, ið Maradona gjørdi

Á okkara døgum verður ofta kjakast um, hvør er størstur. Pelé, Maradona, Messi ella Cristiano Ronaldo verða ofta nevndir, men tað ber illa til at samanbera hesar, heldur Kári.

- Jú, allir hesir eru góðir á hvør sín máta. Eg kenni ikki so nógv til Pelé, men Ronaldo og Messi hava báðir spælt við góðum liðum, men teir hava ikki verið líka avgerandi sum Maradona.

- Ofta verður Messi samanborin við Maradona, tí teir báðir eru úr Argentina, men sannleikin er, at Messi slett ikki hevur megnað at gjørt tað, ið Maradona gjørdi. Messi hevur spælt við Barcelona í einari tíð, har tílíkir leikarar verða vardir nógv betri enn nakrantíð. Og á landsliðnum hevur Messi slett ikki havt sama týdning sum Maradona, og tað er enntá við einum betri landsliði enn Maradona spældi við á, heldur Kári.

Tíðin farin frá tílíkum spælskiparum sum Maradona?

Kári Reynheim heldur, at tílíkir einarar sum hann og Maradona eru umboðandi fyri eitt slag av fótbóltsspælara, ið er á veg út úr spælinum, og tað heldur Kári er spell.

- Tá mann er driblari, so er hetta ein leiklutur, ið skal verða góðkendur av tínum viðleikarum, og tað var ikki altíð tikið so væl upp, at mann var ein tílík týpa á vøllinum, sum eg var. Á sama hátt rokni eg eisini við, at Maradona hevur verið noyddur at fingið góðkenning frá sínum viðleikarum fyri sín spælistíl, men tá hann jú var tann besti, so vórðu liðini, hann spældi á, noydd til at leggja sín spælistíl eftir honum, heldur Kári.

- Men hyggur tú eftir teimum ungu leikararnum í dag, so sleppa teir ikki at dribla. Lat teir sleppa at dribla, meðan teir eru ungir dreingir. Hvussu ólukkan skulu teir læra tað sum vaksnir, tá teir koma í eina støðu, har teir eru noyddir til at dribla? Nei, lat teir sleppa at gera hetta, meðan teir eru ungir, so kunnu teir altíð verða skúlaðir seinni til fótbóltin, ið verður leiktur í dag, sigur Kári avgjørdur.

SÍGGJ HEIMILDARFILM UM MARADONA

Tann enski heimildarfilmurin “Diego Maradona” vísir okkum nýggjar upptøkur, ið ikki hava verið sæddar fyrr alment.

Vit síggja Maradona í sínari stórheitstíð, har hann slær navn sítt fast sum tann størsti yvirhøvur, men har eisini stóri niðurtúrurin byrjar við kokain-misnýtslu, ivasamt samband við mafiuna og eitt rokut privatlív.

Síggj heimildarfilmin her á DR TV.