Verjumálaráðharrarnir í teimum trimum londunum skrivaðu hósdagin undir eina nýggja avtalu á einum NATO-fundi í Brússel.
Avtalan skal styrkja samstarvið um eftirlit, fregnartænastu, venjing, felags hernaðarliga ráðlegging og møguligar felags atgerðir. Málið er at styrkja førleikarnar hjá NATO at verja seg móti kavbátum og svara russiskum kavbátavirksemi í Norðuratlantshavinum og norðurøkjunum.
Norski verjumálaráðharrin, Tore O. Sandvik, sigur, at strategiska støðan hjá Noregi ger tað serliga týdningarmikið at kunna verja landið móti fíggindaligum kavbátum.
Meira evropeisk ábyrgd í NATO
Sambært Sandvik skal átakið eisini lætta um trýstið á hernaðarligu førleikarnar hjá USA.
Avtalan er liður í einum tættari verjusamstarvi millum londini. Noreg skal keypa nýggjar kavbátar saman við Týsklandi og nýggjar fregattir saman við Bretlandi.
Saman hava londini nútímans fregattir, Boeing P-8 Poseidon-flogfør til sjóeftirlit og fleiri framkomnar kavbátar.