Ongi úrslit

Kekkar vitjaðu deildina fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísind

Gestirnir komu frá Vyšší odborná škola zdravotnická í Trutnov, har sjúkrarøktarfrøðingar verða útbúnir

setur.fo
7 tímar síðan

Setur.fo skrivar soleiðis:

Spennandi vitjan úr Kekkia

Í gjár var spennandi vitjan úr Kekkia á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya

Gestirnir komu frá Vyšší odborná škola zdravotnická í Trutnov, har sjúkrarøktarfrøðingar verða útbúnir.

Tey fingu kunning um okkara sjúkrarøktarfrøðiútbúgving, og gott og kveikjandi orðaskifti var um útbúgving og undirvísing av sjúkrarøktarfrøðingum. 

Millum evnini, sum vórðu umrødd, vóru klinisk undirvísing, venjing í kliniskum førleikum og sambandið millum undirvísing og kliniska praksis. Eisini var áhugavert at hoyra um tær framkomnu venjingarstovurnar hjá skúlanum í Trutnov og teirra royndir við praktiskari undirvísing.

Gestirnir fingu eisini høvi til at síggja venjingarstovuna á Setrinum og fáa innlit í, hvussu ástøði, praktisk venjing og klinisk útbúgving verða skipað og knýtt saman í sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini í Føroyum.

Eisini varð skift orð um møguleikar fyri framtíðar fakligum samskifti og samstarvi millum Føroyar og Kekkia.

Vitjanin gav høvi til góðar fakligar samrøður og vitanardeiling um sjúkrarøkt, undirvísing og kliniska útbúgving í ymiskum londum og heilsuverkum.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

4 tímar síðan

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11