Ongi úrslit

Kend kiosk á Tvøroyri skal hava nýggjar eigarar

Tangabúðin er ein býarmynd á Tvøroyri, og nú skal hon hava nýggjar eigarar
Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Í næstan 40 ár hevur Tangabúðin verið ein býarmynd á Tvøroyri, sum hvørt mansbarn kennur. Øll hesi árini hava hjúnini Ebba og Palle Julsgart staðið aftan fyri diskin. Men nú er líður ímóti endanum, tí nú skal tangabúðin hava nýggjar eigarar.

Ebba og Palle hava nevniliga gjørt av at gevast og Palle viðgongur, at tað er við sorgblídni, at tey nú lata stafettina víðari eftir øll hesi árini.

Men hann sigur, at nú er heilsan farin at bila, so at tey hava ikki rættiliga orku at halda fram og tí hava tey gjørt av at royna at finna onkran annan at dríva hana víðari.

Palle Julsgart sigur, at tað hevur verið ein fragd at staðið aftan fyri diskin øll hesi árini

Palle sigur, at upprunaliga var Tangabúðin hjá pápu Ebbu, Magnus Debes, men tey keyptu hana og gjørdu Tangabúðina, sum bleiv teirra lívsverk.

Síðani tá er nógv hent, tí umframt kioskina er er stórt og snøgt øki uttan fyri við ljósi, parkeringsplássi, benkrum og standmyndum, og so er eisini gjørt klárt til at byggja kioskina út so hon verður dupult so stór, sum hon er nú.

Tangabúðin hevur eitt stórt úrval av vørum og umframt vanligar kioskvørur, eru ísarnir víðakendir, og so er Tangabúðin eisini einasti bókhandil á Tvøroyri, har tey hava eitt fitt úrval av føroyskum og útlendskum bókum.

– Tað hevur verið ein fragd at staðið aftan fyri diskin har vit hava hitt ein ótal av fólki øll hesi árini, sigur Palle Julsgart, og hann vónar, at tey finna onkran, sum hevur hug at reka hana víðari

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

Í gjár kl. 12:18

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01