Ongi úrslit

KÍ sigur í Luksemborg ber ferð til Litava við sær

Hóast Kauno Zalgiris var illa kroyst, so eydnaðist tað í síðstu løtu at venda hóttandi tapi til sigur í Kosovo

Í annaðkvøld fer KÍ at spæla á tjóðarleikvøllinum í Luksemborg
Jóannes Hansen
3 tímar síðan

Síðani í gjár hevur KÍ ferðalagið verið í Luksemborg, har tað verður talt niður til dystin í annaðkvøld í Champions League. KÍ vann fyrra dystin ímóti Atert Bissen 2-1 í Klaksvík. Dysturin í annaðkvøld verður á tjóðarleikvøllinum, og fyrsta bríksl verður klokkan 19.15.

Í kvøld varð tað greitt, at um tað eydnast KÍ at vinna ella um tað endar javnt, so verður í øðrum umfari í meistarakappingini talan um mótstøðulið úr Litava.

Í Litava endaði tað 1-1 millum Kauno Zalgiris og  Drita úr Kosovo, og í kvøld lá tað góða løtu til, at heimaliðið fór at tryggja sær pláss í øðrum umfari. Átta minuttir eftir steðgin legði Drita seg framum 2-1, og soleiðis var støðan, inntil tað restaðu átta minuttir. Tá javnaði Kauno Zalgiris til 2-2, og tá ið stóripinnur hevði verið fýra ferðir eyka runt, bríkslaði dómarin fyri brotssparki til gestirnar, sum takkaðu fyri og skoraðu 3-2 sigursmálið.

Harvið er tað greitt, at samantaldi vinnarin í Luksemborg í annaðkvøld fer at spæla ímóti litaviska meistaraliðnum.

Fyrri dysturin verður í Klaksvík ella í Luksemborg mitt í næstu viku – 21./22. juli – og seinni dysturin verður í Litava á ólavsøku. Um tað verður ólavsøkuaftan ella ólavsøkudag er ikki greitt enn.

Í kvøld varð tað greitt, at tað liðið, sum í Luksemborg í annaðkvøld stendur eftir við ongum, fer í UEFA Conference League at spæla ímóti Györ. Ungverska liðið spældu ímóti íslendska Víkingi, sum hevur Gunnar Vatnhamar í hópinum. Íslendska meistaraliðið vann samantalt 3-2. Gunnar Vatnhamar var ikki á listanum, tí hann er skaddur. Í kvøld endaði tað 2-2 í Ungarn, og í Íslandi vann Víkingur 1-0.

 

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

Í gjár kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

Í gjár kl. 20:56

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30