Í Klaksvík hava teir flutt fokus frá steypafinaluni, sum KÍ leygarkvøldið tapti 2-0 ímóti Víkingi. Nú er fokus á fyrireikingunum til endaspurtin í Meistaradeildini. Har er setningurin hjá KÍ at endurvinna FM heitið og í minsta lagi at tryggja KÍ pláss í Europa á sumri 2027.
Í kvøld er fyrsta venjingin, har Fróði Benjaminsen er venjari. Tað var í gjár, at felagið boðaði frá, at Magnus Powell er givin í felagnum, og at Fróði Benjaminsen, sum annars hevur skrivað undir venjarasáttmála fyri 2027 og 2028, er nýggjur venjari.
Saman við høvuðsvenjaranum Fróða Benjaminsen eru tveir lokalir hjálparvenjarar settir. Teir eru fyrrverandi KÍ spælararnir Rógvi Jacobsen og Atli Danielsen, sum umframt at hava roynt seg í bestu deildini, eisini í síni tíð vóru landsliðsspælarar.
Fyrsti dysturin við nýggja venjaratoyminum við róðrið verður sunnudagin, tá ið KÍ fer at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.