Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur givið Kirkjuráðnum á Argjum loyvi at fara undir byggingina av nýggju kirkjuni.
Mentamálaráðið boðar frá, at nú loyvið frá landsstýrismanninum er givið, kann arbeiðið fara í gongd eftir teimum ætlanum, sum eru lagdar.
Nýggja kirkjan skal geva betri umstøður til gudstænastur, kirkjuligar gerðir og annað virksemi í nærumhvørvinum. Kirkjuráðið hevur fyrireikað verkætlanina leingi.
Vilja sleppa undan longum kirkjuloysi
Gamla kirkjan á Argjum er seld Kvinnuhúsinum, sum tekur við bygninginum 1. januar 2028. Søluupphæddin verður ikki goldin fyrr enn tá.
Mett verður, at tað tekur umleið 22 mánaðir at byggja nýggju kirkjuna. Fólkakirkjan hevur tí arbeitt fyri at fáa byggingina í gongd, so at argjafólk sleppa undan at vera uttan kirkju í 22 mánaðir ella longur.
– Argja kirkja er í eygsjón, segði Jógvan Fríðriksson, bispur, fyrr í juli.
Eftir ætlan skal byggikostnaðurin býtast javnt millum kirkjuráðið, landið og fólkakirkjuna.
Mótmæla, at náttúran má lúta
Loyvið er givið, hóast hvøss mótmæli móti staðsetingini við Sandá.
Í Facebook-bólkinum „Varðveitið fríøkið við Sandá“ sigur Turið Jacobsen seg harmast um, at kirkjan skal byggjast á fríøkinum. Hon finst bæði at almennu myndugleikunum og leiðsluni í fólkakirkjuni, tí hon heldur, at tey hava sýnt náttúruni ov lítið fyrilit.
Kallar ætlanina dáragerð
Í sama bólki er Vagnur Michelsen uppaftur hvassari í orðalagnum. Hann heldur, at vakra økið við Sandá verður oyðilagt, hóast tað sambært honum varð sett av til fríøki.
Hann kallar ætlanina eina dáragerð og sigur tað vera syrgiligt, at kirkjan verður bygd á einum øki, har nógv argjafólk hava sterkar minningar frá barnaárunum. Hann vísir eisini á, at túsundtals fólk hava mótmælt ætlanini skrivliga.