KJ hevur latið Cooke Aquaculture eina nýggja og kraftmikla arbeiðstvíkilju. Cooke Challenger er 18 metrar long og serliga bygd og útgjørd til fjølbroyttar og krevjandi uppgávur í alivinnuni.
Skipið er bygt í 2026, hevur bygginummar 67 og heimstað í Kirkwall.
1.500 hestakreftir
Cooke Challenger hevur tveir FPT C16-høvuðsmotorar á 750 hestakreftir hvør. Harumframt eru tveir generatorar á 115 kVA.
Bæði bóv- og hekktrýstari eru umborð. Tað gevur tvíkiljuni góðar manøvreringareginleikar og ger tað møguligt at arbeiða neyvt, eisini undir krevjandi umstøðum.
Arbeiðsdekkið er útgjørt við tveimum Palfinger-kranum. Har eru eisini tríggir dekstangar, tveir við rúmd til seks tons hvør og ein við rúmd til trý tons.
Bygd til arbeiðið á alistøðunum
Cooke Challenger er eisini útgjørd við einum 20 tons spæli og haldara til samanbindingarplátu. Saman við rúmliga arbeiðsdekkinum gevur hetta tvíkiljuni góðar møguleikar at loysa fjølbroyttar uppgávur á alistøðunum hjá Cooke Aquaculture.
Umborð er harumframt neyðug siglingar- og sjóvinnuútgerð, og innivist er við tveimum koyggjum.