Klumman: Tey duga og tey vilja

Higartil hava føroyingar við multiple sclerose við tørvi á rehabilitering ferðast til Sclerosusjúkrahúsið í Haslev. Vegna Covid-19 kom steðgur í í fjør, og tessvegna varð avrátt, at føroyingar við multiple sclerose nú skuldu fáa tilboðið á Klaksvíkar Sjúkahúsi. Og har eru tey farin nágreiniliga til verka við fyrireikingum og ætlanum á fysiurgisku deild undir leiðslu av Benadictu Ellingsgaard

Karin Kjølbro
28. oktober 2021 kl. 17:15

Í farnu viku endaði eitt serligt tríggjar viku rehabiliteringsskeið á Klaksvíkar Sjúkahúsi (KS) fyri seks fólk við multiple sclerose (MS). Miðvís venjing og viðgerð av øllum handaslagi innan fysio- og ergoterapi, styrki, sjúkrarøkt, kostráð, undirvísing og mangt annað. Har vóru allir hentleikar og amboð. Luttakarnir búðu væl við egnum rúmum í starvsfólkabygninginum við felagskøki, stovu og baðirúmi. Hetta var fyrsta skeiðið av sínum slagi í Føroyum.

Higartil hava føroyingar við MS við tørvi á rehabilitering ferðast til Sclerosusjúkrahúsið í Haslev. Vegna covid 19 kom steðgur í í fjør, og tessvegna varð avrátt, at føroyingar við MS nú skuldu fáa tilboðið á Klaksvíkar Sjúkahúsi. Og har eru tey farin nágreiniliga til verka við fyrireikingum og ætlanum á fysiurgisku deild undir leiðslu av Benadictu Ellingsgaard. Fyrstu vikuna luttók serlækni í Sclerosu frá Sclerosusjúkrahúsinum í Haslev saman við øðrum heilsustarvsfólkum fyri at leggja lag á. Fyrsta dagin var serlæknasamrøða, har endurvenjingartoymið á KS eisini var partur og setti spurningar millum annað fyri at vita, hvørjar vónir og ætlanir luttakarnir høvdu til rehabiliteringsgongdina og ikki minni at geva innlit og vitan um sjúkuna, ið gongur undir heitinum "sjúkan við túsund andlitum". Tá er ikki nóg mikið bara at kenna diagnosuna sclerosu.

Á KS eru tey ikki ársungar á endurvenjingarøkinum. Síðani 2015 hava tey við góðum úrsliti endurvant sjúklingar við seinheilaskaða í tøttum samstarvi við Ríkissjúkrahúsið og eitt nú høgt spesialiserað viðgerðarstøð í Danmark, t.d. Vejlefjord Rehabilitering. Vejlefjord eins og Slagelse sclerosusjúkrahus eru bæði fyrrverandi tuberklasanatoriir. Mong minnast, at Jørgen Franz Jacobsen lá á Vejlefjord Kystsanatorium.

Ikki bara endurvenjingartoymið, men allir starvsfólkabólkar á KS, eisini sjúkrahússtjórin og køkurin, hava verið partar av projektinum og við lív og sál kýtt seg fyri at verkætlanin við sclerosesjúklingunum skuldi bera á mál. Klaksvíkar Sjúkrahús er frá 1898 og hevur eina serliga søgu, ið er øðrvísi enn hinar sjúkrahússøgurnar. Fólkið í norðoyggjum fíggjaði við peninga- innsavningum bygging og haraftrat rakstur tað fyrsta árið. Hetta menti felagskenslu, stoltleika og stríðsvilja, sum livir enn. 

Fysiurgiska deildin skal venja við so mongum. Umframt fólkum við seinheilaskaða, eisini eitt nú teimum, ið fáa ortopediskar skurðviðgerðir. Men skilti eg tað rætt, so er ætlanin at hava sclerosurehabilitering aftur í apríl mánað komandi.

Umframt styrki, menning, mátt og megi, gevur eitt slíkt rehabiliteringsskeið eisini felagsskap, kunning og gleði millum fólk við somu sjúku. Fongur er eisini í at kunna verða í Føroyum, og ivaleyst er eisini peningur at vinna hjá sjúkrahúsverkinum á kontuni fyri viðgerð uttanlands. Vit sóu ógvuslig tøl um tað í Norðlýsinum fyri nøkrum árum síðani, har goldnar vóru 17.000 kr. um døgnið fyri innlegging á Vejlefjord. Tá kom eisini fram, at føroyingar vóru nógv longri innlagdir á slíkum sjúkrahúsum í Danmark enn danir sjálvir. Upphæddin fyri døgnið er ivaleyst hægri í dag enn tá. 

Hent er eisini, at hvør sjúklingur fær eitt kontaktfólk, meðan hann er á KS. Harumframt fáa tey eisini venjingarætlan við heim til tess at viðlíkahalda tað, ið vunnið er og fyribyrgja afturstigum. Samanumtikið eitt frálíkt avrik, sum Klaksvíkar Sjúkrahús eigur mikla tøkk fyri.

Annars kunnu kommunur í Føroyum eisini fáa íblástur frá Haslev kommunu. Sclerosusjúkrahúsið har førdi við sær, at fólk komu úr øllum ættum til Haslev. Tí fóru tey Í 2004 at nærkanna allar vegir og gongubreytir, tóku burtur kantar og forðingar og framdu ymiskar ábøtur til tess, at fólk við koyristóli og illa gongd skuldu kenna seg væl og tryggan í býnum. 

Hóast nógv er hent, so hevði slík uppdatering av vegum og gøtum eisini verið kærkomin hjá okkum, eisini nú felagið MEGD júst hevur hátíðarhildið stórfingnan 40 ára føðingardag. Hvussu ofta hava ikki ymisku forfólkini í hesum felagi, víst á tørvin á framkomuligheit og atkomuligheit?