Ongi úrslit

Koba er formaður í Samskifti

Nevndin í felagnum Samskifti hevur skipað seg, og undanfarna nevnd heldur fram

industry.fo
14. apríl kl. 15:15

Á nevndarfundi hósdagin 9. apríl varð staðfest, at Michael Koba heldur fram sum formaður í felagnum Samskifti. Michael starvast til dagligt hjá lýsingarfyritøkuni Kovboyfilm og hevur verið virkin partur av felagnum í mong ár.

Tá ið felagið hevði aðalfund í farnu viku, varð øll nevndin afturvald, og hon skipaði seg á sama hátt sum undanfarna ár.

Tey, sum manna nevndina, eru:

  • Michael Koba, Kovboyfilm

  • Rókur Jákupsson Jakobsen, Virka

  • Niels Uni Dam, Nudlavirkið

  • Barbara Maria Lamhauge, Sansir

Samskifti er felagið hjá føroyskum lýsingarfyritøkum. Felagið arbeiðir fyri, at lýsingarfyritøkur skulu hava góðar og javnbjóðis treytir at virka undir. Eisini vil felagið, at útboð eru gjøgnumskygd og væl úr hondum greidd.

Les meira um felagið her.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

15 tímar síðan

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47