Ongi úrslit

Kommunali arbeiðsmarknaðurin: Fleiri fakfeløg samráðast samstundis

Fleiri fakfeløg samráðast nú við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Krøv verða handað, fundir eru ásettir, og fleiri sáttmálar eru farnir úr gildi ella nærkast endanum.

© Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samráðist við fleiri fakfeløg, samstundis sum fleiri sáttmálar annaðhvørt eru farnir úr gildi ella fara úr gildi skjótt.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Fleiri sáttmálasamráðingar eru í løtuni í gongd á kommunala arbeiðsmarknaðinum. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samráðist við fleiri fakfeløg, samstundis sum fleiri sáttmálar annaðhvørt eru farnir úr gildi ella fara úr gildi skjótt.

Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið handaðu krøv 7. september. Sáttmálin millum partarnar fer úr gildi 1. oktober. Tað sama er galdandi fyri sáttmálan við Heilsurøktarafelagið. Har er avtalað, at krøvini verða handað 25. september.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sigur, at málið er at gera sáttmálar, sum eru á sama støði sum sáttmálarnir á privata arbeiðsmarknaðinum.

Pedagogfelagið bíðar við sínum krøvum

Sáttmálin millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri námsfrøðingar og hjálparfólk fór úr gildi 1. apríl.

Partarnir hittust 7. september at handa krøv. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið legði síni krøv fram, meðan Føroya Pedagogfelag ynskti at bíða við sínum krøvum til seinni í september. Felagið skal venda aftur við uppskoti um møguligan fund eftir 25. september.

Møgulig trý ára semja við skiparar og navigatørar

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samráðist eisini við Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Partarnir hittust 4. september og hava avtalað, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ger eitt uppskot til eina trý ára semju. Næsti fundur verður 10. september.

Harumframt eru samráðingar við millum annað Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna og Maskinmeistarafelagið.

Samráðingarnar við Heilsuhjálparafelag Føroya eru hinvegin ikki tiknar upp aftur, eftir at báðir partar vrakaðu eitt semingsuppskot undan summarfrítíðini.

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Fýra bilførarar í óhappi í gjár - minst ein kann vænta at missa koyrkortið

6. sepember kl. 09:17

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50