Kommunusamanleggingar eru aftur komnar ovast á politisku dagsskránna.
Í løgmansrøðuni 2026 vendi løgmaður sær beinleiðis til bý- og bygdarráðini kring landið. Sambært løgmanni hava fleiri kommunur longu umrøtt møguleikan fyri sjálvbodnari samanlegging.
– Tit hava møguleikan at finna loysnirnar sjálv, og tað er best fyri allar partar, segði løgmaður í røðuni.
Samgonguskjalið er uppaftur greiðari. Har stendur, at kommunurnar frameftir skulu skipast í størri og færri eindir. Samgongan ætlar fyrst og fremst at eggja kommununum til sjálvbodnar samanleggingar í hesum valskeiðinum.
Eisini skulu samráðingar takast upp við kommunurnar um ein nýggjan fíggingarleist fyri eldraøkið.
Politiski boðskapurin er sostatt greiður: Kommunurnar fáa fyribils møguleikan at finna loysnir og leggja saman av sínum eintingum.
Seinasta samanleggingin var í 2017
Seinasta kommunusamanleggingin í Føroyum varð framd 1. januar 2017. Tá fór Húsa kommuna upp í Klaksvíkar kommunu, og Húsar og Syðradalur gjørdust partur av størri kommununi.
Samráðingarnar høvdu tá verið í gongd í fleiri umførum.
Í 2015 møtti meginparturin av teimum 49 íbúgvunum í Húsa kommunu á borgarafundi.
Eitt av høvuðskrøvunum var, at børnini framvegis skuldu sleppa at ganga í skúla á Húsum úr 1. og upp í 7. flokk. Klaksvíkar kommuna gav munnligt lyfti um hetta.
Í februar 2016 skrivaðu borgarstjórarnir undir samanleggingarsáttmálan. Samanleggingin kom í gildi 1. januar 2017.
Síðan tá er eingin nýggj kommunusamanlegging framd, og talið á kommunum hevur verið 29.
Stóra broytingin kom í 2005
Kommunukortið broyttist munandi fyrst í 2000-árunum.
Í 2000 vóru 49 kommunur í Føroyum. Fimm ár seinni vóru tær 34. Tilsamans 20 kommunur vóru við í samanleggingunum fram til 2005.
Kollafjarðar kommuna fór upp í Tórshavnar kommunu í 2001. Fýra ár seinni fóru Kirkjubøar, Hests og Nólsoyar kommunur eisini upp í høvuðsstaðarkommununa.
Samstundis fóru Skála, Elduvík og Oyndarfjørður upp í Runavíkar kommunu. Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík, Sunda, Gjógv og Saksun skipaðu nýggju Sunda kommunu.
Bíggjar kommuna, sum fevndi um Bø og Gásadal, og Mykinesar kommuna fóru upp í Sørvágs kommunu. Mikladals kommuna fór upp í Klaksvíkar kommunu.
Í 2009 vórðu fýra nýggjar samanleggingar framdar. Gøtu og Leirvíkar kommunur skipaðu Eysturkommunu, meðan Miðvágs og Sandavágs kommunur skipaðu Vága kommunu.
Svínoy fór upp í Klaksvíkar kommunu, og Funnings kommuna fór upp í Runavíkar kommunu.
Eysturkommuna varð stovnað 1. januar 2009 eftir fólkaatkvøður í báðum kommununum.
Fólkaatkvøður og hvast stríð
Samanleggingarnar vóru sjáldan bert fyrisitingarligar avgerðir. Tær raktu beinleiðis lokala samleikan og býttu í fleiri førum bæði bygdir og kommunustýri sundur.
Lógin kravdi ikki, at fólkaatkvøða skuldi haldast. Kortini skipaðu 15 av teimum 20 kommununum, sum vóru við í samanleggingunum fram til 2005, fyri fólkaatkvøðu. Fimm kommunur gjørdu tað ikki.
Stóru kommunurnar, sum tóku smærri kommunur upp í seg, spurdu vanliga ikki sínar egnu borgarar.
Í Hósvík segði meirilutin nei við fólkaatkvøðu í mai 2003. Longu í september sama ár varð nýggj fólkaatkvøða hildin. Tá segði meirilutin ja.
Á Skálafjørðinum var undirtøkan hinvegin stór. Umleið 80 prosent atkvøddu í 2001 fyri, at Skála og Runavík skuldu leggja saman. Elduvík og Oyndarfjørður valdu seinni somu leið.
Í Mikladali tók kommunustýrið avgerðina uttan fólkaatkvøðu. Sambært kommunufrøðinginum Dennis Holm var orsøkin helst, at ein fólkaatkvøða kundi økt um spenningarnar í bygdini.
Sami óttin kemur aftur
Grundgevingarnar fyri kommunusamanleggingum hava verið tær somu í fleiri áratíggju.
Størri kommunur kunnu hava sterkari fyrisiting, breiðari skattagrundarlag og betri møguleikar at gera stórar íløgur. Tær kunnu eisini átaka sær fleiri uppgávur frá landinum.
Mótgrundgevingarnar hava verið minst líka støðugar.
Smáar bygdir hava óttast fyri at missa politiska ávirkan. Aðrar hava stúrt fyri, at fyrisiting, tænastur og íløgur verða miðsavnað í størstu bygdini.
Skuld, skattaprosent og ójøvn fíggjarstøða hava eisini verið afturvendandi stríðsmál.
Royndirnar eru ymiskar. Í Oyndarfirði varð samanleggingin við Runavíkar kommunu seinni mett at hava havt nógvar fyrimunir. Kortini varð samstundis víst á, at eingin nýggj útstykking hevði verið í bygdini í nærum 20 ár.
Ein kommunusamanlegging loysir sostatt ikki av sær sjálvari avfólking, bústaðartrot ella óttan fyri, at smáu bygdirnar verða gloymdar.
Kommunurnar fáa aftur valið
Í 1998 mælti Kommununevndin til, at talið á kommunum skuldi skerjast úr 49 niður í sjey til níggju.
Nevndin vildi fyrst geva kommununum møguleika at leggja saman sjálvbodnar. Um tað ikki eydnaðist, skuldu samanleggingarnar fremjast við lóg.
Mótstøðan móti tvungnum samanleggingum var tó so stór, at Løgtingið valdi sjálvbodnu leiðina.
Lógin frá 2001 ásetti, at nýggjar kommunur skuldu vera landafrøðiliga samanhangandi, hava menningarmøguleikar og helst minst 2.000 íbúgvar.
Kommunurnar skuldu eisini semjast um navn, fyrisiting, ognir, fíggjarviðurskifti og møguligar staðbundnar nevndir.
Nú, 25 ár seinni, er politiski boðskapurin aftur tann sami: Føroyar skulu hava færri og størri kommunur.
Fyrsta stigið verður framvegis sjálvboðið. Tað merkir, at næsta samanleggingin ikki verður avgjørd í Tinganesi, men í teimum bý- og bygdarráðum, sum nú skulu taka støðu til, um tey vilja halda fram einsamøll ella finna ein kommunalan samstarvsfelaga.