Ongi úrslit

Kommunurnar hvør sínu megin fjørðin samstarva

Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, vinstrumegin og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu
Áki Bertholdsen
32 minuttir síðan

Í dag undirskrivaðu Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu og Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, undir samstarvsavtalu um at seta ein integratiónssamskipara í hálva tíð fyrst í komandi ári.

Hendan samstarvsavtalan millum Nes og Sjóvar kommunu er einmælt samtykt av bý- og bygdaráðunum í vetur.

Síðan integratiónslógin kom í gildi, hava Elsbet Ellingsgaard Magnussen, kommunustjóri í Nes kommunu og Bárður Danielsen, trivnaðarfólk í Sjóvar kommunu, røkt størvini.

Endamálið við samstarvinum er:
- at fremja integratión millum tilflytarar í kommununum báðum, at stuðla tilflytarum í at gerast partur av tí        føroyska samfelagnum
- at stuðla tilflytarum at læra føroyskt og at skilja føroyska mentan
- at byggja brýr millum tilflytarar og føroyingar
- at tryggja lógarfestu rættindini til allar borgarar í kommununum uttan mun til uppruna

Integratiónssamskiparin skal halda til á kommunuskrivstovuni á Nesi, men kortini verður lagt upp til at hann eisini er á kommunuskrivstovuni á Strondum av og á.

Samstarvið verður fíggjað av kommununum og verður býtt lutfalsliga eftir fólkatalinum í ávísu kommununum.  

Samstarvsavtalan kemur í gildi á nýggjárinum, og í næstum verður starvið sum integratiónssamskipari lýst leyst, sigur Suni í Hjøllum, borgarstjóri á Nesi, í tíðindaskrivi.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

Í gjár kl. 21:03

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

6 tímar síðan

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20