Landsstýrið ætlar nú, at frá 1. januar skulu skipini hjá Strandferðsluni, ikki longur rinda havnargjøld, brúgvahjøld og vørugjald í teimum havnum kring landið, har tey leggja at.
Tað er endamálið við eini lóg, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt fyri Løgtingið í dag.
Áður eru onnur skip hjá tí almenna, nevniliga skip hjá vaktar- og bjargingartænastuni, verjuskip annars og havrannsóknarskip, longu frítikin fyri hesi gjøld, men nú verður tað so staðfest við lóg, at tey skulu heldur ikki rinda nøkur av hesi gjøldunum.
Hesi skip skulu sostatt ikki rinda kommununum gjald fyri at koma í havn, fyri at liggja við kommunala bryggju ella at rinda vørugjald í sambandi við flutning av vørum, akførum og ferðafólkum.
Men tey skulu framvegis rinda fyri ymsar tænastur tey fáa frá kommununi, eitt nú vatn, streym og at taka ímóti burturkasti.
Sum dømi um hesi gjøld kann nevnast, at í ár rindar Strandferðslan Tórshavnar Havn, 19,92 krónur í vørugjaldi fyri hvønn trailara, hvønn lastbil og hvønn vøruvogn og fyri onnur flutningsamboð.
Gjaldið er 11,38 krónur fyri hvønn persónbil og 2,85 krónur fyri hvørt ferðafólk, hvørja ferð farið verður umborð, og tá farið verður í land.
Tórshavnar Havn umfatar eisini Nólsoy og Hest og gjaldið verður stillað eina ferð um árið eftir gongdini í prístalinum.
Strandferðslan hevur avtalur um gjøld við Tórshavnar Havn, umframt við kommununa Sandi og kommununa í Hvannasundi. Hinvegin rindar Strandferðslan ikki fyri at brúka Havnirnar, sum Landið eigur, eitt nú Krambatanga og Gomlurætt.
Endamálið er at fáa greiðar reglur á økinum, men endamálið er eisini at minka um útreiðslurnar hjá Strandferðsluni, og sostatt eisini hjá landskassanum.
Við hesum fara útreiðslurnar hjá Strandferðsluni, og sostatt eisini hjá landinum, at minka sjey milliónir krónur - og samstundis er hetta eisini inntøkur, sum kommunurnar fara at missa.