Ongi úrslit

Kommunurnar vendu gongdini: Hallið minkaði við 307 milliónum

Føroysku kommunurnar høvdu 40,4 mió. kr. í halli í 2025 – 307,4 mió. kr. minni enn árið fyri.

© Savnsmynd.
Eingin kommuna var við árslok í 2025 omanfyri skuldarloftinum. Runavíkar kommuna var nærmast markinum við 93 prosentum, meðan Klaksvíkar kommuna var á 87 prosentum.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Føroysku kommunurnar komu munandi betur frá 2025 enn frá árinum fyri. Samlaða hallið var 40,4 mió. kr. (40,4 mió. DKK), samanborið við 347,8 mió. kr. (347,8 mió. DKK) í 2024. Úrslitið batnaði sostatt við 307,4 mió. kr.

Høvuðsorsøkirnar vóru hægri skattainntøkur og minni løguútreiðslur. Skattainntøkurnar hækkaðu við 220,9 mió. kr., meðan løguútreiðslurnar minkaðu við 214,3 mió. kr. Hinvegin hækkaðu rakstrarútreiðslurnar við umleið 117 mió. kr. og rentuútreiðslurnar við 10,9 mió. kr.

129 milliónir betri enn ætlað

Kommunurnar høvdu upprunaliga roknað við einum halli á 169,9 mió. kr. í 2025. Endaliga úrslitið varð sostatt 129,5 mió. kr. betri enn ætlað.

Ein høvuðsorsøk var, at skattainntøkurnar vóru 256,7 mió. kr. hægri enn upprunaliga mett. Bæði rakstrar- og løguútreiðslurnar vóru tó hægri enn ætlað, meðan rentuútreiðslurnar vóru um 3 mió. kr. lægri enn mett.

Størri hall væntað í 2026

Fíggjarætlanirnar fyri 2026 vísa, at kommunurnar aftur vænta eitt størri hall. Samanlagt verður roknað við 179,7 mió. kr. í halli, sum er umleið 139 mió. kr. verri enn staðfesta úrslitið fyri 2025.

Eingin kommuna var við árslok í 2025 omanfyri skuldarloftinum. Runavíkar kommuna var nærmast markinum við 93 prosentum, meðan Klaksvíkar kommuna var á 87 prosentum. Samlaða fíggjarliga rásarúmið hjá kommununum var um 2,4 mia. kr. (2,4 mia. DKK).

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Deyðiligur vandi á gongubreytini

Í gjár kl. 17:45

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

Í gjár kl. 20:34

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50