Ongi úrslit

Harald kongur andaðist í morgun

Hann gjørdist 89 ára gamal

Jóhanna Højgaard
28. august kl. 08:13

Harald V. kongur er deyður. Noreg hevur mist kong sín eftir 35 ár á trónuni. Hann gjørdist 89 ára gamal.

Norski kongurin doyði í morgun, 06.35 á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo, eftir eina tíð við álvarsligari sjúku.

Hesum boðar norska kongshúsið frá fríggjamorgunin, í einari almennari fráboðan.

-Tað er við djúpari sorg, at vit boða frá, at Hansara Hátign, Harald kongur, í dag er farin, skrivar kongshúsið.

Kongurin hevði verið innlagdur á Rikshospitalet í Oslo í meira enn eina viku. Heilsustøða hansara var dagarnar undan deyðsfallinum, lýst sum sera álvarslig.

Harald kongur tók við norsku trónuni 17. januar 1991 eftir faðir sín, Olav V. kongi, og hevur sostatt verið kongur í 35 ár.

Í meira enn trý áratíggju umboðaði kongurin Noreg til almenn tiltøk bæði í landinum og uttanlands.

Hann var føddur 21. februar 1937 á Skaugum í Asker, og var sonur hjá Olav V. kobgi og Märthu drotning.

Deyði hansara merkir byrjanina til ein nýggjan kapittul í søguni um norska kongshúsið. Trónan fer nú til son hansara, krúnprinsin Haakon.

Fyri Noreg merkir deyði Harald kongshúsið, endan á einum tíðarskeiði har hann gjøgnum fleiri ættarlið, var ein av teimum mest kendu og savnandi persónunum í norska samfelagnum.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

Í gjár kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42