Ongi úrslit

KONTRAST FM: Fyrstu fýra finalistarnir funnir

Tíðindaskriv
22. apríl 2025 kl. 18:55

Innleiðandi dystirnir í einmansleiki í Kontrast FM blivu leiktir í Badmintonhøllini í dag. Hjá vaksnu kvinnunum verður tað ein endurtøka av finaluni í fjør, tá Miriam í Grótinum (HBF) og Sanna Thorkildshøj (HBF) aftur hava vunnið sær pláss í finalunum. Í fjør vann Miriam FM í einmansleiki triðja árið á rað, sostatt vann hon sær steypið til ognar. Í ár vann Miriam hálvfinaluna ímóti Miu Thorkildshøj, HBF. Sanna vann sína hálvfinalu ímóti Lenu Mariu Joensen, KBF. Mia og Lena Maria hava sostatt vunnið bronsu.

Hjá vaksnu monnunum skal FM vinnarin frá í fjør Rúni Øster, HBF, møta 18 ára gamla Christian Berg Petersen, HBF. Í hálvfinaluni vann Rúni á Árant á Mýruni, MBF, meðan Christian vann á Jónas Djurhuus, HBF. Árant og Jónas eru soleiðis bronsuvinnarar.

Innleiðandi dystirnir í tvímansleiki verða leiktir hósdagin frá klokkan 17, meðan innleiðandi dystirnir í blandaðum tvímansleiki verða leiktir fríggjadagin frá klokkan 13. Finalurnar verða leiktar í Høllini á Hálsi leygardagin frá klokkan 10.

Mest lisið hesa vikuna

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Opið bræv til Jacob Vestergaard

27. august kl. 23:58

Løtumyndir-Norðfestivalurin

29. august kl. 21:18

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

2 tímar síðan

Løgreglan hevur eina staðiliga áheitan á foreldur at ungdómum

28. august kl. 10:40

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

Í gjár kl. 11:03