Ongi úrslit

Kópurin undir sjóneykuna: Løgtingsmaður vil hava kópaveiðu aftur á breddan

Bjarni Hammer vil hava greiðu á, um kópur ávirkar fiskastovnar, og um tíðin er komin at loyva skipaðari kópaveiðu aftur í Føroyum.

© Savnsmynd.
Løgtingsmaðurin Bjarni Hammer vil hava Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í uttanríkis- og fiskivinnumálum, at greiða frá, hvussu stórur kópastovnurin undir Føroyum er, og hvørja ávirkan kópur kann hava á fiskastovnarnar.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Løgtingsmaðurin Bjarni Hammer vil hava Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í uttanríkis- og fiskivinnumálum, at greiða frá, hvussu stórur kópastovnurin undir Føroyum er, og hvørja ávirkan kópur kann hava á fiskastovnarnar.

Í einum § 52a-fyrispurningi spyr hann eisini, um landsstýrismaðurin heldur, at Føroyar eiga at loyva skipaðari og burðardyggari kópaveiðu.

Kópur etur tosk

Bjarni Hammer vísir á, at føroyskar kanningar hava staðfest, at toskur er partur av føðini hjá vaksnum láturkópi. Kanningar úr øðrum londum hava eisini víst, at kópur í ávísum førum kann ávirka toskastovnar.

Hann vil tí hava greiðu á, hvussu nógvan fisk kópurin undir Føroyum etur, og um hetta kann hava ávirkan á eitt nú toskastovnin.

Fyrispurningurin snýr seg eisini um sandmaðk. Sambært viðmerkingunum er kópurin vertur hjá sandmaðkinum, har hann gerst kynsbúgvin og nørist. Í fiski livir sandmaðkurin sum larva, til fiskurin verður etin av kópi.

Kópaveiða hevur áður verið á tingi

Málið er ikki nýtt. Í 2020 tók ein samd vinnunevnd undir við, at eitt bann móti, at alarar drepa kóp, ikki skuldi forða fyri vanligari kópaveiðu.

Nevndin helt, at føroyingar eiga at kunna veiða kóp á burðardyggum grundarlagi og gagnnýta bæði kjøt og skinn.

Longu í 2019 varð uppskot um eina serliga kópalóg lagt fyri Løgtingið. Endamálið var millum annað at skipa kópaveiðuna í Føroyum á burðardyggum grundarlagi, men uppskotið fall burtur, tá tingsetan endaði.

Nú spyr Bjarni Hammer, um tíðin er komin at taka málið uppaftur.

Mest lisið hesa vikuna

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01